2024-04-24 09:01
Seinnapartin í gjár, klokkan 17.30, varð boðað frá einum ferðsluóhappi í Vágum, beint við Vágatunnilin.
Talan var um eitt sonevnt soloóhapp, har ein maður á motorsúkklu koyrdi útav vegnum.
Løgreglan veit ikki, hví óhappið hendi, ella hvør støðan hjá føraranum var, men hann var við vit, og hann var fluttur á sjúkrahúsið, sigur vaktleiðarin á løgreglustøðini í Havn.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald