Innanlands

Koyrdi út fyri annan bil

Ferðsluóhapp á Kaldbaksvegnum

2022-03-17 21:30 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Eit ferðsluóhapp hendi á Kaldbaksvegnum við Skarðshjalla fyrr í kvøld.

Ein bilførari, sum hevði staðið stillur eina løtu úti í vegjaðaranum, valdi at koyra víðari uttan at ansa eftir ferðsluni aftan fyri seg.

Úrslitið av hesum var, at ein bilur, sum kom koyrandi í sama koyrirætningi ikki megnaði at koyra uttan um bilin, sum koyrdi út á koyribreytina, upplýsir vakthavandi á politistøðini.

Boð vóru send eftir sjúkrabili, sum koyrdi annan av bilførarunum á sjúkrahúsið av trygdarávum, men talan var kortini ikki um nakran skaða.

Eina góða løtu varð ferðslan eftir Kalsbaksvegnum tí tarnað. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder