Innanlands

Koyrdi uttan førararætt

Ein persónur er tikin fyri at koyra uttan koyrikort, og eisini er illgruni um, at hann koyrdi ávirkaður

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

2022-08-13 11:48 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Seinasta samdøgrið hevur løgreglan skrásett fleiri brot á ferðslulógina.

Tvey smærri ferðsluóhapp vóru í høvuðsstaðnum við ávikavíst Hvítanesvegin og Sundsvegin. Orsøkin var í báðum førum, at ein bilførari ikki helt víkiskylduna. Sum skilst var eingin fólkaskaði.

Ein bilførari varð eisini tikin fyri at koyra uttan førararætt.

Talan var um ein bilførara, sum var eldri enn 18 ár, men sum ikki hevði koyrikort, sigur vakthavandi á løgreglustøðini í Havn.

Blóðroynd er eisini tikin av føraranum, tí illgruni var um, at hann koyrdi ávirkaður. Løgreglan fann eisini smárestir av hashi í bilinum.

Eigarin av bilinum fær bót fyri at lata viðkomandi koyra bilin.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder