
Í gjár var løgreglan úti og kannaði ferðsluna, og í hesum sambandi vórðu tríggir bilførarar tiknir fyri ymisk brot á ferðslulógina.
Seinnapartin í gjár vórðu tveir bilførarar tiknir í høvuðsstaðnum. Tann eini fekk klipp fyri at tosa í fartelefon, meðan hann koyrdi, og hin varð tikin fyri at koyra uttan koyrikort.
Talan var um ein bilførara, sum hevði mist koyrikortið, og sostatt er hann skuldsettur fyri at koyra uttan førararætt, sigur vaktleiðarin á løgreglustøðini í Havn, sum leggur afturat, at hetta var ikki fyrstu ferð, at hesin var tikin fyri hetta.
Um kvøldið varð ein bilførari, sum var steðgaður í Vági, skuldsettur fyri at koyra ávirkaður av rúsdrekka. Blóðroynd er tikin, og bíðað verður eftir úrslitinum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald