Innanlands

Koyrdi uttan førararætt í Eysturoynni

Tvey mál vórðu skrivað, tá løgreglan kannaði ferðsluna fríggjamorgunin

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

2024-04-13 13:10 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Fríggjamorgunin var løgreglan úti og kannaði ferðsluna í Eysturoynni, og í hesum sambandi vórðu tvey mál skrivað.

Ein bilførari nýtti handhildna fartelefon, meðan hann koyrdi, og tað fær hann eina bót fyri.

Ein annan bilførari fær bót fyri at koyra uttan førararætt. Talan var um bilførara, sum koyrdi í frádømingartíðini, eftir at hava mist koyrikortið, sigur vaktleiðarin á løgreglustøðini í Havn.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder