Seinasta samdøgrið hevur sum heild verið friðarligt, men tó vórðu nakrar bøtur skrivaðar fyri brot á ferðslulógina.
Tá løgreglan gjørdi eitt ferðsluátak í Klaksvík í gjár fekk ein bilførari klipp í koyrikortið fyri at tosa í telefon, meðan hann koyrdi, og ein fekk bót fyri at koyra á stórum prutli uttan koyrikort.
Prutlførarin hevði ikki aldur til at hava koyrikort, og tí fær eigarin eisini eina bót fyri at loyva viðkomandi at koyra á prutlinum, sigur vaktleiðarin á løgreglustøðini í Havn.
Í nátt tók løgreglan eisini ein bilførara fyri at koyra ávirkaður av rúsdrekka í høvuðsstaðarøkinum, og ein persónur fekk bót fyri brot á skilhaldsreglurnar, sigur vaktleiðarin, sum leggur afturat, at tað hevur verið lítið av fólki í býnum í nátt.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald