Innanlands

Koyrdu ávirkaðir í nátt

Seinasta samdøgrið hevur sum heild verið friðarligt – Tó hevur løgreglan tikið tveir bilførarar fyri at koyra ávirkaðir í Eysturoynni, nakrir hestar gingu leysir í høvuðsstaðnum, og ein lítil grind varð sædd á Skálafjørðinum

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

2022-07-09 10:47 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í nátt hevur løgreglan tikið fleiri bilførarar í ferðsluni í Eysturoynni.

Beint áðrenn klokkan trý varð ein bilførari steðgaður av løgregluni og biðin um at blása í alkometrið. Og tað vísti meira, enn loyvt er.

Um hálvan tíma seinni varð ein annar bilførari tikin fyri at koyra ávirkaður – hesuferð av rúsevnum.

Blóðroynd er tikin av báðum føraranum, og verður bíðað eftir úrslitinum.

Vaktleiðarin á løgreglustøðini í Havn upplýsir, at seinasta samdøgrið annars hevur verið rættiliga friðarligt. Tó varð í gjár boðað frá, at tríggir leysir hestar gingu í vesturbýnum í Havn. Tað var um 14-tíðina seinnapartin.

Vaktleiðarin sigur, at hetta er ein stórur trupulleiki, tí talan er um stór djór, sum kunnu vera til ampa fyri ferðslu og fólki.

Løgreglan fekk eisini eina líknandi fráboðan í síðstu viku, og verður heitt á tey, sum eiga ross um at tryggja sær, at rossini ikki sleppa úr girðingini, sigur vaktleiðarin.

Um somu tíð varð boðað frá grind á Skálafjørðinum.

Talan var tó um eina rættiliga lítla grind, og avgerð varð tí tikin um einki at gera við hana.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder