Innanlands

Koyrdu ov skjótt á breiða Fjøruvegnum

Seks bilførarar vórðu tiknir fyri at koyra ov skjótt gjáramorgunin

(Savnsmynd: Runavíkar kommuna)

(Savnsmynd: Runavíkar kommuna)

2024-10-04 08:34 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Seks bilførarar vórðu tiknir fyri at koyra ov skjótt, tá løgreglan gjáramorgunin var úti við ferðmátaranum.

Tríggir teirra vóru tiknir á einum strekki í Saltangará, har tað er loyvt at koyra 30 km/t. Tveir koyrdu 53 km/t og hin triði koyrdi 59 km/t. Teir báðir fyrru fáa klipp umframt bót, men síðstnevndi má upp í nýggja koyriroynd.

Á Fjøruvegnum, sum er nýggi, breiði vegurin úr Runavík, framvið havnarlagnum og inn á Glyvrar, vóru eisini tríggir bilførarar, sum høvdu heldur tungan fót.

Tveir koyrdu 75 km/t á strekkinum, har tað bert er loyvt at koyra 50 km/t. Tað gevur klipp. Ein triði koyrdi 91 km/t, sum merkir, at hann skal taka koyrikortið av nýggjum.

Í Havn vóru trý fólk tikin fyri at nýta fartelefon meðan tey koyrdu bil. Tað gevur bót upp á 1500 krónur umframt klipp.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder