
Vakthavandi á løgreglustøðini í morgun fær ikki upplýst neyvt hvar, men í bygdum øki í Suðurstreymoy, gjørdi løgreglan ferðmátingar millum klokkan eitt og tvey í nátt.
Tveir bilførarar vóru tiknir fyri at koyra ávikavist 74 km/t og 77 km/t í bygdum øki, har tað einans er loyvt at koyra 50 km/t. Hetta gevur klipp í koyrikortið.
Eisini vóru ferðmátingar gjørdar í Norðoyartunlinum beint áðrenn klokkan 4 í nátt, men har var einki at koma eftir, upplýsir vakthavandi á løgreglustøðini.
Nú hvítusunna er, hevur løgreglan eisini verið úti og vitjað skeinkistøð í nátt. Men barreigarar hava skikkað sær pent, og heldur ikki her var nakað at koma eftir.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald