
Í nátt var løgreglan úti og gjørdi ferðmátingar í Kaldbaksbotni, og í hesum sambandi vórðu tríggir bilførarar tiknir fyri at koyra ov skjótt.
Mest loyvda ferðin er 80 kilometrar um tíman, men ferðin hjá hesum trimum bilførarunum var væl omanfyri hetta.
Tveir fingu klipp í koyrikortið fyri at koyra ávikavist 101 og 105 kilometrar um tíman.
Triði bilførarin koyrdi heilar 129 kilometrar um tíman, og tað gevur eina treytaða frádøming av koyrikortinum. Men hesin bilførarin hevði havt koyrikort í styttri enn trý ár, og tí fær hann koyriforboð, sigur vaktleiðarin á løgreglustøðini í Havn.
Seinnapartin í gjár varð ein bilførari eisini tikin fyri at koyra uttan koyrikort í Havn. Talan var um bilførara, sum hevði mist koyrikortið frammanundan, og sostatt er hann skuldsettur fyri at koyra uttan førararætt.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald