Innanlands

Koyrdu ov skjótt Millum Fjarða

Tveir bilførarar vórðu í nátt tiknir fyri at koyra ávikavíst 107 km/t og 115 km/t

(Savnsmynd: Ólavur Frederiksen)

(Savnsmynd: Ólavur Frederiksen)

2021-07-17 10:35 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í nátt var løgreglan úti og gjørdi ferðamátingar Millum Fjarða í Eysturoynni, og í hesum sambandi vórðu tveir bilførarar tiknir fyri at koyra nógv skjótari, enn loyvt var.

Eini førarin koyrdi 107 km/t, og hetta gevur eina bót á 2.000 krónur. Umframt bótina fær hann eisini klipp í koyrikortið.

Hin førarin koyrdi 115 km/t, og umframt eina bót á 2.500 krónur, fær hann eina treytaða frádøming av koyrikortinum. Hetta merkir, at hann skal upp til nýggja koyriroynd.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder