Fríggjadagin var løgreglan úti og kannaði ferðsluna, og í hesum sambandi vóru fimm mál skrivað, upplýsir vaktleiðarin á løgreglustøðini í Havn.
Um morgunin hevði løgreglan eitt átak við Stranda skúla, og sum heild var gott skil á, men ein bilførari fekk tó klipp fyri at hava eitt barn undir 135 centimetrar í bilinum, sum ikki var rætt íbundið.
Millum Fjarða vórðu fýra bilførarar tiknir fyri at koyra ov skjótt. Tríggir fingu klipp fyri at koyra ávikavist 108, 109 og 110 kilometrar um tíman, og ein fekk treytaða frádøming fyri at koyra 132 kilometrar um tíman.
Seint í gjárkvøldið legði løgreglan eisini hald á eitt prutl, sum var bygnaðarbroytt, og eigarin fær tað aftur, tá ólógligu eykalutnirnir eru tiknir av, upplýsir vaktleiðarin, sum leggur afturat, at tað er hvønn dag, at tey fáa fráboðanir um prutl, sum koyra ov skjótt, og slíkar fráboðanir koma úr øllum landinum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald