Innanlands

Koyrdu við kenning

Eisini vóru fleiri tiknir fyri at koyra ov skjótt í gjár

2022-02-08 09:17 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Tveir bilførarar vórðu tiknir í ferðsluni í Havn í gjár og verða nú skuldsettir fyri rúsdrekkakoyring.

Hetta hendi um middagsleitið. Hald varð lagt á koyrikortið hjá øðrum bilføraranum, meðan hin sleppur at koyra meðan úrslitið av blóðroyndunum og víðari viðgerð av málunum fer fram.

93 og 95 km/t
Ferðsluløgreglan gjørdi eisini ferðakanningar í ferðsluni í Havn í gjár.

Á Glyvursvegnum, strekkinum frá Hamrinum og oman á Argjar, har løgreglan so at siga dagliga avdúkar bilar, ið koyra ov skjótt, vórðu tríggir bilførarar avdúkaðir fyri ikki at halda hámarksferðina.

Ein teirra koyrdi við 93 km/t, og fekk treytaða frádøming av førararættinum, meðan tveir bilførarar fingu klipp í koyrikortið.

Eisini á ringvegnum yviri við Strond varð koyrt við nógvari ferð í gjár. Ein bilur koyrdi við 95 km/t og bilførarin fekk eisini treytaða frádøming meðan ein annar fekk klipp í koyrikortið.

Bæði yviri við Strond og á Glyvursvegnum er hægst loyvda ferðin 50 km/t.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder