Innanlands

Koyriforboð fyri at koyra 130 kilometrar um tíman

Í gjár vórðu fýra bilførarar tiknir fyri at koyra ov skjótt

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

2026-07-04 10:00 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í gjár var løgreglan úti og gjørdi ferðmátingar, og í hesum sambandi vórðu fýra bilførarar tiknir fyri at koyra munandi skjótari, enn loyvt er, upplýsir vaktleiðarin á løgreglustøðini í Havn í morgun.

Ein varð tikin í Kollafirði. Ferðin hjá honum varð skrásett til 130 kilometrar um tíman, hóast mest loyvda ferðin í økinum var 80 kilometrar um tíman.

Talan var um ein ungan bilførara, sum hevði havt koyrikort í styttri enn trý ár, og hann fær koyriforboð. Sostatt skal hann upp til nýggja koyri- og teoriroynd, áðrenn hann sleppur at koyra bil aftur.

Við Kvívík vórðu tveir bilførarar tiknir. Ferðin hjá teimum varð skrásett til ávikavist 83 og 84 á einum strekki, har mest loyvda ferðin er 60 kilometrar um tíman. Teir fingu báðir treytaða frádøming.

Fjórði bilførararin var tikin við brúnna um Streymin, har hámarksferðin eisini er 60 kilometrar um tíman. Hann koyrdi 83 kilometrar um tíman, og tað gevur eisini treytaða frádøming.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder