Innanlands

Koyringin hjá Strandferðsluni framvegis forðað

Tað skuldi vera koyring á millum annað leið 300 og 400 í dag, men vegna forðingar í samband við verkfall er eingin koyring kortini

SSL boðaði í gjár frá, at fleiri leiðir fóru at koyra í dag, hósdagin 23. mai. Verkafólk vildu tað tó øðrvísi (Mynd: Sverri Egholm)

SSL boðaði í gjár frá, at fleiri leiðir fóru at koyra í dag, hósdagin 23. mai. Verkafólk vildu tað tó øðrvísi (Mynd: Sverri Egholm)

2024-05-23 13:26 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Vegna áhaldandi forðingar er eingin koyring. Soleiðis hevur verið neyðugt hjá Strandferðsluni at skriva á heimasíðu sínari í dag um nakrar leiðir.

Annars var ætlanin, at millum annað leið 400, millum Klaksvík og Havnina, og flogvallarrutan (Leið 300) skuldu byrja at koyra. 

Fólk stóðu tó fyri í morgun, og tað eru framvegis nógvar leiðir, har eingin koyring er vegna verkfallið.

Sí yvirlit her

Í døgurðatíðindunum hoyrdist eisini, at verkfallsvaktir í Runavík royndu at forða fyri, at fólk frá franska ferðamannaskipinum Le Boreal fóru í bussar. Sambært vp.fo  bakkaðu vaktirnar tó til endans.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder