Innanlands

Krabbameinsætlanin klár í september

Bíðað verður eftir hesi ætlan áðrenn tilmælini um palliatión verða sett í verk

2021-06-01 10:23 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Eftir ætlan verður nýggja krabbameinsætlanin handað landsstýrismanninum í september. Eftir hetta verða tilmælini viðgjørt við atliti at fáa sett ætlanina í verk – í hesum sambandi eisini tann palliativa partin.

Soleiðis skrivar Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismaður við heilsumálum, í einum svari til Eyðgunn Samuelsen, tingkvinnu sum í skrivligum spurningi hevur fregnast um, hvussu gongur við at seta í verk tilmælini um palliatión í Føroyum.

Palliatión er at veita linna til doyggjandi sjúklingar. Í 2019 fekk landsstýrismaðurin handað eina ætan hesum viðvíkjandi.

Les eisini: Tilmæli um palliatión handað landsstýrismanninum í heilsumálum

Sambært landsstýrismanninum verður í fyrstu syftu arbeitt við ætlanini fyri sjúklingar við krabbameini, tá um palliatión umræður.

Eyðgunn Samuelsen spurdi eisini hvussu nógvar pengar heilsuverkið hevur fingið játtað í ár til júst palliatión.

Sambært svarinum er talan um 600.000 krónur, sum eru settar av til at styrkja palliativa økið við einum sjúkarøktarfrøðingi afturat.

- Væntar landsstýrismaðurin at koma á mál við tilmælunum um palliatión í 2022 sum ætlað? var triði spurningur, sum Eyðgunn Samuelsen setti heilsumálaráðharranum.

Til hetta svarar landsstýrismaðurin, at tað er torført at siga, tí tilmælini fata um bæði heilsuverkið og kommunala økið.

- Hinvegin so ætlar landsstýrismaðurin at arbeiða fyri, at palliativa økið verður raðfest,  samskipað og styrkt hetta samgonguskeiðið, sigur Kaj Leo Holm Johannesen. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder