Innanlands

Krás flettir ikki fyri fólk í ár

Heystið stundar til, men Krás gevst nú at fletta seyð fyri fólk

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

2019-09-02 17:03 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Nú heystið stundar til, boðar Krás frá, at framyvir verður ikki flett uppá tænastu.

- Vit hava valt at gera hesa broyting, tí vit bert fara at keypa seyð til egna framleiðslu, sigur Alberg Gaardlykke, leiðari á Krás, í tíðindaskrivi.

Krás, ið er løggilt matvøru- og sláturvirkið í Hósvík, hevur seinastu 10 árini flett seyð upp á tænastu. Eftirspurningurin eftir føroyskum lambskjøti hevur øll árini verið størri enn tey gott 2000 lombini, sum Krás hevur keypt og flett hvørt ár, og er mest sum alt av seyðinum gagnnýtt.

Matvøruhandlarnir kring landið selja vøruna frá flettingini, harumframt fer ein partur av lambskjøtinum eisini til matstovuvinnuna, ið hevur tikið væl ímóti tí føroyska lambskjøtinum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder