Uttanlands

Krav um munnbind á matstovunum í Keypmannahavn

Náttarlívið skal lata aftur klokkan 22

2020-09-15 13:08 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Tað verður nú kravt av øllum gestum á matstovum, skeinkistøðum og kaffistovum í Keypmannahavnarøkinum, at tey bera munnbind.

Kravið er galdandi fyri allar 17 kommunurnar í høvuðsstaðarøkinum. Hetta varð boðað frá á einum tíðindafundi, sum stjórnin helt fyrrapartin.

Tiltøkini koma at vera galdandi frá í morgin og fyribils í 14 dagar fram til 1. oktober.

Eisini privatar veitslur eiga at enda klokkan 22, segði Magnus Heunicke, heilsumálaráðharri á tíðindafundinum.

Tað verður framhaldandi loyvt at halda brúdleyp og konfirmatiónir, men tað skal gerast sambært leiðreglunum frá heilsumyndugleikunum, og okkara áheitan er, at hesar veitslur enda klokkan 22, segði Heunicke.

Løgreglan ver eisini at halda eitt vakið eygað við teimum sonevndu hotspots í býnum, sum ofta savna størri mannamúgvur.

Og løgreglan er eisini til reiðar at fara við kravboðum út til tey støð, sum ikki halda nýggju krøvini fyri Keypmannahavn, segði Nick Hækkerup, løgmálaráðharri á fundinum.

- Vit hava ásannað, at tað hava verið trupulleikar í náttarlívinum við at halda neyðuga frástøðu. Serliga tá rúsdrekka er komið í blóðið. Nú seta vit serlig tiltøk í verk fyri at fólk skulu halda krøvini um frástøðu, og vara eisini at koma við einum kravi til skeinkistøð og matstovur um hvussu nógvir gestir kunnu vera inni í senn, legði løgmálaráðharrin afturat. 

Les eisini: Danmark herðir koronatiltøkini

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder