Uttanlands

Krav um munnbind galdandi allastaðni í Italia

Italia setir herd koronatiltøk í gildi eftir at talið av smittaðum er farið at økjast aftur

(Mynd: EPA)

(Mynd: EPA)

2020-10-07 16:49 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Italska tjóðartingið hevur í dag samtykt nýggj tiltøk fyri at verja landið móti koronasmittu. Herðingin merkir, at kravið um at bera munnbind á øllum almennum støðum og plássum ikki longur bert verður galdandi fyri høvuðsstaðin, Rom, men fyri alt landið.

- Í øllum støðum, har vit kunnu møta fólkum, sum vit ikki búgva saman við, er nú neyðugt at brúka munnbind, grundgevur landsins heilsumálaráðharri, Roberto Speranza.

Einasta undantak móti kravinum at bera munnbind er børn undir seks ár, fólk, ið bera brek og fólk, sum íðka ítrótt ella motión.

Nýggju reglurnar koma, tí talið av smittaðum er vaksandi í landinum, sum í vár var tað fyrsta, ið varð álvarsliga rakt við nógvum álvarsliga sjúkum covid-19 sjúklingum.

Støðan í dag er langt frá eins álvarslig og í vár, tá yvir 4.000 fólk máttu leggjast inn, og harvið løgdu hart trýst á brámóttøkurnar á sjúkrahúsunum. Í løtuni er talið av innleggingum í Italia niðri á 300.

Men smittan er farin at spjaða seg aftur, skrivar tv2.dk.

Tá smittan herjaði harðast síðst í mars, vórðu skrásett yvir 6.000 nýggir smittutilburðir um dagin. Talið fall skjótt yvir summarið, og lá undir 200 fleiri dagar.

Hetta er nú broytt, og nú leggjast 2.500 smittutilburðir afturat um dagin. Tí metir stjórnin tað vera neyðugt at koma við herdum tiltøkum.

Reglurnar um at bera munnbind koma í gildi í morgin, og revsingin fyri at bróta reglurnar eru harðar.

Fólk kunnu vænta bøtur á millum 400 og 1.000 evrur fyri ikki at bera munnbind. Og bótin er uppaftur størri, og kann eisini gerast fongsling, um ein er smittaður við korona og kortini fer út millum fólk, skrivar TV2.

Nýggju reglurnar eru fyribils galdandi í 30 dagar. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder