Í morgin kemur nýtt krav um munnbind í gildi í franska høvuðsstaðnum París.
Talið á smittutilburðum í Fraklandi er vaksandi, og sambært franska heilsumálaráðharranum hevur talan seinastu tíðina verið um eina "flóðaldu" av smittutilburðum – bæði við delta- og omikron-frábrigdinum. Tað er orsøkin til, at lokalu myndugleikarnir hava tikið hetta stigið, skrivar tíðindastovan Reuters.
Munnbind er longu krav inni í almennum bygningum og í almennu samferðsluni um alt Frakland, men frá í morgin verður tað also eisini galdandi úti á gøtunum í París.
Tey, sum ikki brúka munnbind, sum kravt er, kunnu vænta sær eina bót á 135 evrur, sum svarar til beint omanfyri 1.000 krónur.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald