Uttanlands

Kravgonga fyri fólkaræðinum í Brasil

Nógv túsund fólk savnaðust á gøtunum í Sao Paolo í gjár

(Mynd: EPA)

(Mynd: EPA)

2023-01-10 08:08 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Fólk í tíggjudúsundatali savnaðust í gjár á gøtunum í størsta býnum í Brasil, Sao Paulo, fyri at vísa sín stuðul til fólkaræðið og tess virðum.

Kravgongan var eitt aftursvar til álopið, sum sunnudagin fór fram í landsins høvuðsstaði, Brasilia. Tá løgdu uppøst viðhaldsfólk hjá fyrverandi forsetanum, Jair Bolsonaro, á bæði tjóðartingið, hægstarættarbygningin og forsetaborgina.

Eftir álopið hava myndugleikarnir handtikið upp móti 1.500 fólk.

Í Sao Paulo í gjár vóru politistaliðini eisini væl mannað fyri at tryggja lóg og landaskil, men mótmælisfólkini hildu seg til sang, dans og róp, og neyðugt gjørdist ikki hjá løgregluni at leggja uppí, skrivar BBC. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder