Uttanlands

Kreppa í týsku stjórnini

Liberali flokkurin farin úr stjórnarsamstarvinum eftir at samveldiskanslarin hevur tveitt fíggjarmálaráðharran úr stjórnini

Olaf Scholz (Mynd: EPA)

Olaf Scholz (Mynd: EPA)

2024-11-07 08:51 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Kreppa er í týsku stjórnini. Í gjár gjørdi Olaf Scholz, samveldiskanslari, av at vraka Christian Linder, fíggjarmálaráðharra, úr stjórnini.

Hetta hendir eftir ósemju millum teir tríggjar stjórnarflokkarnar, SDP, FDP og Tey Grønu. Ósemjan snýr seg um fíggjarætlanina.

Stutt eftir tóku liberali flokkurin hjá Linder, FDP, seg burtur úr stjórnarsamstarvinum.

Scholz samveldiskanslari hevur upplýst, at hann hevur lagt eina ætlan um sparingar fyri Christian Linder, sum snýr seg um at minka um útreiðslurnar til orku fyri ístaðin millum annað at varðveita stuðulin til Ukraina. Men Linder var ikki samdur í hesi ætlan. Nú hevur samveldiskanslarin skuldsett Linder fyri at vera snævurskygdur og sjálvsøkin í eini ótryggari tíð.

Scholz hevur nú gjørt hetta til ein álitismál, sum støða skal takast til í januar, og hóttir við at skriva út nýval í mars mánaði.

Andstøðuleiðarin, Friedrich Merz, heldur hinvegin, at atkvøðugreiðslan um álit á stjórnina eigur at verða hildin beinanvegin, skrivar Reuters.

Búskaparmálaráðharrin Robert Habeck frá teimum grønu sigur við DLF útgarpsstøðina, at tað var neyðugt at koyra fíggjarmálaráðharran frá. Sambært Habeck er hetta ikki ein forðing fyri, at stjórnin kann halda fram.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder