Uttanlands

Krevja deyðarevsing fyri drápið á norðurlendsku genturnar

Í dag verður dómur sagdur í málinum har Louisa Vesterager Jespersen og Maren Ueland vórðu dripnar í Marokko

2019-07-11 10:51 Author image
Ari av Rana
placeholder

Í desember 2018 vórðu danska Louise Vesterager Jespersen og norska Maren Ueland dripnar í fjøllunum í Marokko. Gerningsmenninir vóru fýra menn úr Marokko, sum ynsktu at gerast partur av Islamiska Statinum.

Tær báðar kvinnurnar lógu og svóvu í einum tjaldi í fjøllunum, tá menninir lupu á. Genturnar vórðu hálshøggdar.

Í dag verður dómur sagdur í málinum. Ákærin krevur deyðarevsing til tríggjar av fýra monnunum. Tann fjórði fær væntandi linari dóm, tí at hann bert tók sjónband av drápunum.

Verjin vil hava linari dóm til menninar, tí at teir hava samstarva við løgregluna.

Umframt teir fýra vóru 20 aðrir menn handtiknir í samband við drápini. Teir verða ákærdir fyri at verða limir í einum yvirgangsbólki, sum stuðlar Islamiska Statin. Nakrir av teimum verða eisini ákærdir fyri at hava vita um álopið uttan at hava boðað løgregluni frá tí.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder