
Umframt at kríggið í Ukraina ávirkar tey, sum eru nær við, metir ST, at 47 milliónir fólk afturat kunnu enda við at svølta, um kríggið heldur fram.
Umframt at kríggið ávirkar londini, sum eru tætt at krígnum, kemur tað nevniliga eisini at ávirka tey fátækastu í heiminum.
Tað at prísirnir á matvørur hækka og tvær av heimsins mest týðandi landbúnaðartjóðum eru í kríggi, er ein vandamikil samanseting, sigur Anne Poulsen, stjóri fyri norðurlendsku deildina hjá Matvøru- og Landbúnaðarfelagsskapinum hjá ST við DR.
– Har er eingin ivi um, at tað at fólk ikki hava ráð til mat, fer at elva til størri stríð, sigur hon.
Ukraina er m.a. ein týðandi útflytari av korn, og metir ST, at Ukraina undir vanligum umstøðum framleiðir mat til 400 milliónir fólk. Tí hevur kríggið í Ukraina stóra ávirkan á tey lond, sum eru von við at fáa korn úr Ukraina.
Sambært DR er uml. ein triðingur av øllum hveitinum, sum varð framleitt í Ukraina í fjør, ikki farin úr landinum. Orsøkin er, at Ukraina orsakað av krígnum ikki kann flyta vøruna umvegis Svartahavið til lond í Miðeystri og Norðurafrika.
Tey londini, sum í 2020 keyptu mest hveiti úr Ukraina, vóru Egyptaland, Indonesia og Bangladesj.
Mett verður, at 30 prosent av øllum hveitinum, sum verður útflutt í heiminum, kemur úr Ukraina og Russlandi. Í fjør vóru Russland, Ukraina ella bæði londini saman eisini størstu útflytarar av hveiti, mais, repju- og sólblómuolju.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald