Danski staturin hevur í dag fingið ábyrgdina av einum dansk-palestinensara, sum varð heimsendur úr Turkalandi eftir at hava sitið sum krígsfangi har.
Talan er um Ahmad Salem el-Haj, sum er føddur og uppvaksin í Gellerup-býarpartinum í Aarhus. Í 2013 fór hann til Sýria fyri at stríðast fyri IS.
el-Haj er ein av umleið 2.500 sokallaðum Sýria-stríðsmonnum í fangaskapi, sum Turkaland nú sendir heim.
Danski stríðsmaðurin gjørdist kendur kendur, tá hann í februar 2013 kundi síggjast á einum filmi á Youtube, har hann saman við øðrum donskum islamistum skutu til máls eftir myndum av fíggindum hjá islam, teirra millum politikarunum Anders Fogh Rasmussen og Naser Khader.
Í 2014 varð hann – in absentia – dømdur fyri brot á grein 114 í revsilógini um yvirgang og grein 136 um at eggja til lógarbrot, orsaka av videofilminum.
Í 2017 varð hann særdur í einum bumbuálopi í Sýria, og varð seinni sama ár skugglaður til Turkalands saman vi konu og tveimum børnum. Her vóru tey fongslað í turkiska markabýnum, Kilis, skrivar danska TV2 á netinum.
Í Turkalandi varð el-Haj dømdur fýra ár og tveir mánaðir í fongsul.
Fyrr í ár hevði blaðið Weekendavisen eina samrøðu við mannin, sum greiddi frá, at hann varð trýstur til at vera við í filminum, sum varð lagdur út á Youtube.
Danska stjórnin hevur gjørt greitt, at hon ikki er áhugað í at Sýria-stríðsmenn koma aftur til Danmarkar. Men í farnu viku boðaði turkiski innanríkisráðharrin frá, at tey nú fóru at senda IS-hermenn í turkiskum fangaskapi heim til lond teirra, eisini hóast nøkur av heimlondunum hava tikið ríkisborgaraskapin frá teimum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald