Uttanlands

Krígsbrotsmaðurin Radovan Karadzic dømdur lívlanga fongsulsrevsing

Karadzic stóð á odda fyri fólkadrápinum í Srebrenica í Bosnia í juli 1995

Radovan Karadzic (Mynd: Ritzau Scanpix)

Radovan Karadzic (Mynd: Ritzau Scanpix)

2019-03-20 20:34 Author image
Ari av Rana
placeholder

Fyrrverandi bosniski-serbiski leiðarin Radovan Karadzic hevur nú fingið lívlanga fongsulsrevsing fyri fólkadrápið í Srebrenica í Bosnia í juli 1995.

Tað er ST-dómstólurin í Haag, sum hevur sagt dóm í málinum, sum varð kært til hægri stig, eftir at Karadic fyri trimum árum síðani varð dømdur 40 ára fongsulsrevsing.

8000 muslimskir menn og dreingir vórðu dripnir í fólkadrápinum í Srebrenica. Fólkadrápið verður kallað tað ringasta blóðbaði í Evropa síðani Annan Veraldarbardaga.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder