Mentan

Krígsfilmur var stóri Golden Globe vinnarin

'1917' valdur til besta film og bestu leikstjórn. Netflix gjørdist stóri taparin

Sam Mendes, leikstjóri takkar fyri Golden Globe heiðurin sum besti leikstjóri (Mynd: EPA)

Sam Mendes, leikstjóri takkar fyri Golden Globe heiðurin sum besti leikstjóri (Mynd: EPA)

2020-01-06 07:50 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Krígsfilmurin ”1917” hjá filsleikstjóranum Sam Mendes gjørdist stóri vinnarin, tá Golden Globe filmsvirðislønirnar vórðu handanðir í Beverly Hills í Kalifornia í nátt okkara tíð. Netflix gjørdist stóri taparin.

”1917” varð valdur til ársins film. Filmurin snýr seg um fyrra heimskríggj og vann á filmum sum ”Joker”, ”The Irishman” og ”Marriage Stoey”.

Sam Mendes varð eisini valdur til ársins leikstjóra. Sambært honum sjálvum, kom hetta ógvuliga óvæntað.

”Once Upon a Time in Hollywood” var ein annar av vinnarunum hetta kvøldið. Filmurin varð valdur til ársins besta musical ella komediu.

Stroymingartænastan Netflix, sum hevði nógvar tilnevningar, gjørdist ein av stóru taparunum hetta kvøldið, sambært Ritsau.

Bæði ”Marriage Story” og stórfilmurin hjá Martin Scorcese ”The Irishman” vóru millum favorittarnar við ávikavist seks og fimm tilnevningum.

”The Irishman” vann einki, meðan ”Marriage Story” vann bert ein heiður, tað var Laura Dern, ið varð vald til ársins besta kvinnuliga hjáleiklut.

Minni óvæntað var tað, at Joaquin Phoenix varð valdur til ársins mannliga høvuðsleiklut fyri sítt avrik í ”Joker”. Besti kvinnuligi høvuðsleiklutur fór til Renée Zelweger fyri ”Judy”.

Hesi vunnu:

Filmur: 1917
Musical/kommedia: Once Upon a Time in Hollywood
Leikari, mannligur: Joaquin Phoenix, Joker
Leikari, kvinnuligur: Renée Zellweger, Judy
Leikari, mannligur í musical/komediu: Taron Egerton, Rocketman
Leikari, kvinnuligur í musical/komediu: Awkwafina, The Farewell
Hjáleikari, mannligur: Brad Pitt, Once Upon a Time in Hollywood
Hjáleikari, kvinnligur: Laura Dern, Marriage Story
Leikstjóri: Sam Mendes, 1917
Handrit: Quentin Tarantino, Once Upon a Time in Hollywood
Besti upprunatónleikur: Hildur Guðnadóttir: Joker
Besti upprunasangur: Elton John og Bernie Taupin: ”(I’m gonna) Love Me Again”, Rocketman
Teknaður filmur: Missing Link
Besti filmur á fremmandamáli: Parasite (Suðurkorea)

Til sjónvarpsframleiðslur vórðu hesir vinnarar:

Filmur ella sjónvarpsrøð: Succession
Musical ella komedia: Fleabag
Besti leikari, mannligur, í sjónvarpsrøð: Brian Cox, Succession
Besti leikari, kvinnuligur, í sjónvarpsrøð: Olivia Colman, The Crown
Besti leikari, mannligur, musical ella komedia: Ramy Youssef, Ramy
Besti leikari, kvinnuligur, musical ella komedia: Phoebe Waller-Bridge, Fleabag
Besti leikari, mannligur, í sjónvarpsfilmi: Russel Crowe, The Loudest Voice
Besti leikari, kvinnuligur, í sjónvarpsfilmi: Michelle Williams, Fosse/Verdon
Besti hjáleikari, mannligur: Stellan Skarsgaard, Chernobyl
Besti hjáleikari, kvinnuligur: Patricia Arquette, The Act
Besta minirøð: Chernobyl

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder