Mentan

Krígsfotografar á vitjan

Hava master class í Filmshúsinum í dag

Boris Benjamin Bertram, t.v., og Henrik Bohn Ipsen undan framførsluna av Krigsfotografen í gjárkvøldið (Mynd: Birgir Kruse)

Boris Benjamin Bertram, t.v., og Henrik Bohn Ipsen undan framførsluna av Krigsfotografen í gjárkvøldið (Mynd: Birgir Kruse)

2020-01-30 08:31 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Í gjárkvøldið var heimildarfilmurin ’Krigsfotografen’ sýndur í Havnar Bio, og í hesum sambandi vóru teir báðir, Henrik Bohn Ipsen, fotografur, og Boris Benjamin Bertram, leikstjóri, í Føroyum fyri at greiða frá filminum, har teir hava fylgt og lýsa ein av heimsins bestu krígsmyndamonnum, Jan Grarup.

Filmsfelagið tók stig til vitjanina, sum Tina í Dali Wagner, stjóri í Filmshúsinum, fíggjaði. Í dag hava teir báðir master class í Filmshúsinum og fríggjadagin fara teir avstað aftur.

Filmshúsið hevur júst kunngjørt ein drúgva og spennandi skrá, sum røkkur heilt framm til filmstevnuna í Cannes í mai, har ætlanini er at vera við.

Tað er fyrstu ferð at Boris er í Føroyum, men Henrik hevur verið her rættuliga ofta og hevur m.a. fotograferað fyri Katrin Ottarsdóttir.

Ole Wich innleiddi sýningina í Filmsfelagnum mikukvøldið við høvuðsdenti á foto og at fotografera ein fotograf, sum aftur fotograferar á hermótinum – alt samalt til ein film.

Fotobólkurin Fokus, sum letur framsýning upp í Lítluvík í næstu viku, var millum tey fotohugaðu, sum møttu í Filmsfelagnum mikukvøldið.

Næsti filmur í Filmsfelagnum er hin suðurkoreanski Oscarfavoritturin ’Parasite’, sum Gudmund Helmsdal fer at innleiða. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder