
Indiski herurin hevur í nátt framt álop ímóti tí, sum India metir vera yvirgangsmál í Pakistan og í tí partinum av Kashmir, sum er undir pakistanskum ræði. Tað skrivar AFP tíðindastovan.
Indiskir myndugleikar hava váttað, at landið hevur framt álop á níggju ymisk støð í einum átaki móti yvirgangi, rópt "Operation Sindoor".
Sambært einum ónevndum talspersóni fyri pakistanska herin, hava í minsta lagið átta fólk latið lív og 35 eru særd.
Vitni siga fyri Reuters tíðindastovuni, at tey hoyrdu fleiri stórar spreingingar nærhendis býnum Muzaffarabad í Kashmir-økinum. Hetta førdi eisini til, at streymurin hvarv í økinum.
Sambært pakistanska herinum, hevur India rakt Pakistan við rakettum fleiri staðir, eisini í pakistanska landslutinum, Punjab.
Kreppustøða er nú lýst í landslutinum, sum liggur í landnyðringspartinum av landinum og hevur mark til Kashmir. Tað upplýsir fyrstiráðharrin í, Maryam Nawaz Sharif, sambært Reuters.
Pakistanski herurin hevur boðað frá, at hann fer at svara álopunum aftur. Talsmaðurin fyri herin kallar indisku álopini fyri eina “ræðuliga provokasjón”.
Stutt fyri midnátt upplýsti indiska løgreglan, at tvær kvinnur vórðu særdar í indiska partinum av Kashmir av pakistanskum skotríðum, skrivar Reuters. Yvirhøvur hevur verið talan um øktan spenning millum londini bæði hesa seinastu tíðina.
Í apríl vórðu 26 fólk dripin av skotum í ferðafólkaøkinum Pahalgam í Kashmir har norðuri í India. India hevur skuldsett Pakistan fyri at hava stuðla hesum álopum.
Síðan tað álopið hava Pakistan og India hvørt í sínum lagið víst fleiri fólkum úr landinum og stongt markaliðini.
India og Pakistan hava ligið í stríði um Kashmir síðan londini fingu sjálvstýri í 1947. Bæði londini krevja landslutin, men stýra í løtuni hvør sín part, skrivar Ritzau.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald