Standferðslan boðaði fyrr í dag frá, at eingin sigling verður um Suðuroyarfjørð í morgin. Hetta tí, at veðurstovurnar lova so nógvan vind, at tað ikki er ráðiligt at sigla við avloysaraskipinum Prince á leiðini.
(Skíggjamynd: Marinetraffic)
Men longu í kvøld er fitt av vindi, og hetta gav eisini Prince trupulleikar, tá hann kom á Trongisvágsfjørð um hálvgun tólv tíðina. Eftir AIS-skipanini Marinetraffic at døma, snaraði skipið í ring á fjørðinum, áðrenn tað eydnaðist at skifta kós, og leggja at bryggju á Krambatanga.
Veðurstøðin hjá Landsverki sigur 14 m/s, og 20 m/s í hvirlunum á Krambatanga.
Nú, næstan ein tíma seinni fara bilarnir at koyra í land á Krambatanga. Síðani verður friður á Suðuroyarleiðini í eitt samdøgur ella so.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald