Innanlands

Kringvarpið: Beinir og Sólvit í landsstýrið

Dagur og vika gitti í kvøld at Beinir Johannesen og Sólvit Nolsø fara at vera landsstýrisfólkini, sum taka yvir eftir Jacob Vestergaard og Elsebeth Mercedis Gunnleysdóttur

(Myndir: Fólkaflokkurin)

(Myndir: Fólkaflokkurin)

2022-01-04 22:30 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Skulu vit trúgva tí, sum Dagur og vika í kvøld kom fram til, so verða tað Beinir Johannesen og Sólvit Nolsø sum fara í landsstýrið fyri Fólkaflokkin, og taka yvir sessirnar hjá Jacob Vestergaard og Elsebeth Mercedis Gunnleysdóttur.

Beinir Johannesen er toppskorari á Fólkaflokslistanum og fekk 998 atkvøður á valinum í 2019. Sambært Degi og viku, er tað eitt ynski frá Norðoya Fólkafloksfelag, at tað verður 24 ára gamla stjørnuskotið hjá flokkinum, sum verður settur í ein landsstýrissess.

[object Object]Beinir Johannesen (Mynd: Jens Kr. Vang)

Til hin landsstýrisessin er Sólvit Nolsø í uppskoti, veit Kringvarpið at siga. Sólvit Nolsø hevur verið uppstillaður hjá Fólkaflokkinum í fleiri førum, og hevur seinastu tíðina eisini verið skrivari hjá tingbólkinum hjá flokkinum. Sólvit Nolsø er eitt kent andlit, og hevur verið vertur í Degi og viku.

[object Object]Sólvit Nolsø (Savnsmynd: Kvf.fo)

Elsebeth Mercedis Gunnleysdóttur og Jacob Vestergaard søgdu sínar landsstýrissessir frá sær, og fóru í løgtingið. Orsøkin var, at sostatt datt Annika Olsen, sum er fyrsta varafólk á tingi fyri Fólkaflokkin, út, og fyrrverandi landsstýrisfólkini hildu seg sostatt forða fyri, at málið um sammøður varð samtykt og samgongan brast.

Men tað hendi ikki. Málið um sammøður varð samtykt, og samgongan brast ikki. Løgmaður røkir málsøkini fiskivinnumál og almannamál til landsstýrisfólkini eru sett.

Verður Beinir Johannesen valdur sum landsstýrismann, so kemur fyrsta varafólk inn aftur fyri Fólkaflokkin. Tað er Annika Olsen, og hetta kann geva ávísar trupulleikar, tá tað júst er hon, sum er orsøkin til hetta rokið í flokkinum.

Tað er tingbólkurin sum tekur avgerð um hvørji landsstýrisfólk skulu veljast.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder