
- Óttin fyri ókenda virusinum í Fjareystri, sum kundi menna seg til eina alheims farsótt, gjørdi, at nøkur klók høvd í Føroyum av sínum eintingum brynjaðu føroyska samfelagið til at taka ímóti sóttini.
Soleiðis lýsir Kringvarp Føroya millum annað, hvat sín nýggi heimildarfilm um koronu í Føroyum á heimasíðu sínari snýr seg um. Farsóttin hevur av álvara sett sín dám á samfelagið seinasta stóra árið, og tað er júst seinni partur av fyrsta orðinum í hesum setninginum, ið fær nakað av fokus.
Sambært Kringvarpinum fer dokumentarurin eisini at snúgva seg um nakrar lyklapersónar, og talan verður eisini eina gjøgnumgongd:
- "FarsÓttin” er sjónvarpsdokumentarur við nýggjum og erligum frásøgnum frá fakligu høvuðspersónunum og frá sjúklingum. Vit verða leidd gjøgnum tíðina frá januar 2020, tá korona fór at gera um seg í Kina, til í dag, nú koppsetingin ber boð um eitt frælsari lív.
Tað er Jonn Johannessen, ið gjørdist sentralur í miðlaflutninginum, júst um ta mundið, ið Føroyar fóru niður í ferð, sum saman við Kenneth Jørgensen hevur lagt dokumentarsendingina til rættis. Hon verður at síggja í Kringvarpinum týskvøldið 23. mars eftir Dag og Viku.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald