Innanlands

Kringvarpið ikki vælkomið: Lógvabrestirnir rungaðu

Eini 400-500 fólk vórðu møtt upp í Varpinum í kvøld, har Óðalsfelagið og Bóndafelagið skipaðu fyri fundi

(Mynd: Dávur Winther)

(Mynd: Dávur Winther)

2024-02-12 22:56 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Óðalsfelagið og Bóndafelagið høvdu í kvøld felagsfund í Varpinum í Klaksvík um nýggju ætlanina um gongd í haga, sum Høgni Hoydal, landsstýrismaður, herfyri legði fram.

Norðlýsið skrivar, at 400-500 fólk vóru møtt upp í Varpinum, men ikki øll vóru vælkomin. Kringvarpið fekk nevniliga ikki atgongd.

Í innbjóðingini til felags fundin í kvøld var heitt á allar festarar og óðalsfók í Føroyum at møta upp, og lagt var afturat, at skyldfólk, vinfólk og fjallfólk vóru eisini "hjartaliga vælkomin", sum tað stóð.

Men almenni miðilin fekk so ikki atgongd til fundin.

- Tá tey sóu, at vit vóru har, blivu vit blakaði út so tað stóð eftir á, og eg haldi ikki at eg havi verið blakaður út av nøkrum fundi nýggjari tíð í Føroyum. So her er heilt týðiligt, at tað stendur nógv ár. Hetta er eitt eymt evni, sum kjakast verður um, segði John Johannesen, journalistur hjá Kringvarpinum, í Degi og viku í kvøld.

Sambært Norðlýsinum, rungaðu lógvabrestirnir tá Kringvarpið var víst út.

Les yvirlýsing frá fundinum: Føroyingar frítt at fara

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder