Innanlands

Kringvarpið valdi bakgrundina fram um fólkið

Rasandi suðuroyingar fóru avstað aftur, tí tey ikki fingu nakað pláss í annars stóru Saltsiloini

(Skíggjamynd: KVF)

(Skíggjamynd: KVF)

2019-08-22 11:46 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Nógv av teimum valevnunum sum bjóða seg fram til løgtingsvalið 31. august vóru í gjár í Suðuroynni. Kringvarpið sendi veljarafund úr Salt á Drelnesi, og av tí sama vóru ymiskir pallborðsfundir fyrr um dagin í oynni. Rættligur politiskur dámur í Suðuroynni.

Veljarafundurin úr Salt á Tvøroyri sæst her

Men sambært Rigmor Dam, valevni fyri Javnaðarflokkin, vóru tað ikki øll, sum sluppu inn í annars stóru Saltsiloina.

- Beinleiðis sjónvarp úr Suðuroynni úr einari skralletandi tómari Saltsilo. Hví? Tí Kringvarpið hevur valt at tøma allan tann niðasta partin í Saltsiloini, sum man hevur bygt fyri milliónir soleiðis, at stór tiltøk eisini kunnu vera í Suðuroynni, sigur Rigmor Dam í upptøku, sum hon legði út á Facebook í gjárkvøldið.

Kringvarpið valdi nevniliga at staðseta veljarafundin uppi á balkongini soleiðis, at bakgrundsmyndin hjá sjónvarpshyggjaranum var Tvøroyri. Vakurt sjónvarp, men tað hevði sambært Rigmor Dam við sær, at ikki fleiri enn 100 fólk sluppu á valfund.

- Tað sum eg møtti tá eg kom her í áðni, vóru rasandi suðuroyingar. Teir fóru avstað aftur, vóru vendir í hurðini og ikki fingu pláss. Tí man hevur bygt eina Silo, sum stendur tóm, sjálvt um suðuroyingar eisini rinda Kringvarpsgjald, og sjálvt um teir eisini eru ein partur av Føroyum.

- Eg skilji ikki hví Kringvarpið fer til Suðuroyar at gera eina sending í einari oyggj har tað búgva túsundatals av fólki, og bara hundrað sleppa at lurta, sigur Rigmor Dam í upptøkuni, sum sæst niðanfyri.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder