Mentan

Kringvarpið vísir dokumentarrøð hjá TV2 um málið í Hvannasundi

KvF vísir fyrsta part av dokumentarrøðini “Druknet” hóskvøldið

(Mynd: TV2)

(Mynd: TV2)

2022-04-20 15:51 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Danska TV2 hevur sett sjóneykuna á illgrunasama málið í Hvannasundi, tá 16 ára gamla Maria Fuglø Christiansen í 2012 doyði. 

Kringvarpið hevur fingið rættindini at senda allar fimm partarnar av dokumentarrøðini komandi fimm hóskvøldini. Fyrsti partur verður sendur í sjónvarpinum í annaðkvøld, hóskvøldið 21. apríl, klokkan 20.15. Partarnir verða endursendir sunnukvøld. Kringvarpið hevur ikki rættindi at leggja røðina á heimasíðuna. 

Dokumentarrøðin snýr seg um 16 ára gomlu Mariu, sum hvørvur eina náttina í 2012 í lítlu bygdini Hvannasundi í Føroyum. Hálvtannað døgn seinni verður líkið funnið í sjónum við byrgingina millum Norðdepil og Hvannasund. Løgreglan kemur til ta niðurstøðu, at talan er um sjálvmorð. Í kamarinum hjá Mariu finna tey dagbókina hjá henni, og har verður eitt forelskilsi avdúkað. Fyrrverandi unnusti hennara er týðiliga merktur av, at Maria er deyð, og spurningurin er, um hann ber eitt tungt loyndarmál um ta náttina, tá Maria hvarv.

Station 2 hjá TV2 gjørdi kanningararbeiði til dokumentarrøðina í tvey ár.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder