placeholder
Mentan

Kringvarpið vísir eisini Trom

Tað verða ríkir møguleikar at síggja krimirøðina Trom, sum verður tøk á Viaplay 13. februar. Hóskvøldið 17. februar verður fyrsti partur at síggja í sjónvarpinum hjá Kringvarpinum

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

2022-01-25 17:02 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Føroyska krimirøðin Trom, sum er fyrsta sjónvarpsrøðin, ið er upptikin í Føroyum, verður frumsýnd á stroymingartænastuni Viaplay 13. februar. Allir seks partarnir verða tøkir samstundis.

Hóskvøldið 17. februar verður fyrstu partur av røðini vístur í sjónvarpinum hjá Kringvarpinum, og næstu fimm hóskvøldini verða partarnir vístir.

Kringvarpið hevur stuðlað røðini fíggjarliga og hevur eisini latið útgerð, starvsfólk og høli til framleiðsluna. 

- Hetta síggja vit sum ein týdningarmiklan part av at stuðla føroyska filmsumhvørvinum, og samstundis er tað umráðandi, at Kringvarpið, sum tann føroyski public service-miðilin, sleppur at vísa føroyingum røðina, sigur Barbara Samuelsen, programmleiðari í Kringvarpinum. 

- Hetta hevur verið ein longri verkætlan og ein umfatandi framleiðsla, sum vit hava verið sera spent uppá. Jón Hammer, sum eigur fyritøkuna Kykmyndir, sum stendur aftan fyri framleiðsluna, kom til okkara í 2018 og spurdi, um vit skuldu innleiða eitt samstarv, og hetta vildu vit uttan iva vera partur av, leggur hon afturat. 

TROM snýr seg um Hannis Martinsson, sum kemur aftur til Føroya, tí ein kvinna, ið sigur seg vera dóttir hansara, heldur seg vera í lívsvanda. Skjótt fær hann frænir av, at álvarsom brotsverk verða framd.  

Ulrich Thomsen hevur høvuðsleiklutin sum Hannis Martinsson, meðan Maria Rich og Olaf Johannessen manna hinar stórur leiklutirnar.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder