Innanlands

Kringvarpsgjaldið skal hækka 13 krónur

Úr 150 og upp í 163 krónur. Pensjónistar skulu eisini rinda meira. Uppskot er sent til hoyringar

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

2023-11-28 12:45 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Almanna og mentamálaráðið hevur sent út uppskot um broytingar í kringvarpslógini til hoyringar.

Skotið verður upp at styrkja Kringvarp Føroya fíggjarliga við at hækka gjaldið úr 150 krónum um mánaðin og upp í 163 krónur um mánaðin. Hjá fólki í fólkapensjónsaldri verður skotið upp at hækka gjaldskyldugu upphæddina úr 50 krónur og upp í 63 krónur.

Skotið verður eisini upp at prístalsjavna kringvarpsgjaldið á hvørjum ári frá og við 2025 at rokna.

Endamálið við broytingaruppskotinum er at tryggja, at Kringvarpið so líðandi kemur í fíggjarliga javnvág og at tryggja inntøkugrundarlagið móti árligum prísvøkstri.  Eisini er eitt av endamálunum at lækka gjaldskyldugu upphæddina hjá smærri virkjum og stovnum.

Tað var fyrr í hesum mánaðinum, at Kringvarp Føroya boðaði frá hópuppsagnum. 11 ársverk verða spard burtur á stovninum, og hallið næsta ár er átta milliónir krónur.

Sparingarnar í skránni raktu meint, og tað sær nú út til at politiski myndugleikin er vaknaður.

Les eisini: Kringvarpið koyrir ellivu fólk til hús

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder