Hóast tað ikki verður í ár, so eru ætlanir at broyta skipanina við kringvarpsgjaldi. Talan verður um eina javning, sum skal føra til, at tær smáu vinnufyritøkurnar ikki verða so hart raktar av kravinum til kringvarpsgjald.
Tað upplýsir Jenis av Rana landsstýrismaður í svari til skrivligan spurning frá Beintu Løwe.
Tingkvinnan úr Tjóðveldi, sum er fyrrverandi starvsfólk í Kringvarpinum, setti herfyri landsstýrismanninum nakrar spurningar viðvíkjandi ætlanunum hansara viðvíkjandi almenna kringvarpinum.
Upp á fyrispurningin um hvørjar broytingar landsstýrismaðurin ætlar at gera, nevnir Jenis av Rana viðurskifti, sum hann ynskir verða broytt.
Tað snýr seg um at fáa kringvarpið til at senda meira úti kring landið. ”Tey hava greitt mær frá góðu og nútímans útgerðini, tey hava til endamálið, men lítið og einki decentraliserað virksemi hevur tó higartil sæst eftir”, skrivar landsstýrismaðurin í svarinum.
Ynski er eisini at broyta lýsingapolitikkin, so skilt verður millum kunngerðir og handilslýsingar. Landsstýrismaðurin ynskir at fáa lýsingar heilt burtur úr almenna kringvarpinum.
Eisini ynskir landsstýrismaðurin at hyggja eftir samansetingini av kringvarpsstýrinum ”soleiðis at vit fáa avpolitiserað- og professionaliserað stýrið” og seinasta ynskið er at fáa eina fjølmiðlaútbúgving í Føroyum.
Beinta Løwe spurdi landsstýrismannin, um hann hevur ætlanir um at aðrir miðlar skulu fáa part av kringsvarpsgjaldinum. Har var svarið stutt og greitt: ”Nei”.
Tingkvinnan spurdi eisini um ætlanin er at býta tíðindadeildina upp í tvær deildir aftur, og har svarar Jenis av Rana, at hann ikki er sannførdur um, at hetta er tað rætta, men at hann er opin fyri at gera eina eftirmeting og kanning.
Ætlaðu broytingarnar á kringvarpsøkinum verða viðgjørdar hetta hálvárið og ætlanin er at kunna leggja tær fyri tingið eftir ólavsøku, skrivar Jenis av Rana í svarinum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald