Innanlands

KRIS: 35 fleiri áheitanir

Hagtølini fyri árið 2019 vísa, at í alt 144 menniskju vendu sær til KRIS í fjør - tað eru 35 fleiri enn í 2018

2020-01-29 08:01 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Hagtølini hjá KRIS fyri árini 2018 og 2019 vísa, at tað vóru 35 fleiri áheitanir í 2019, samanborið við 2018.

Kynsbýtið í 2018 var 79 kvinnur og 30 menn, meðan 2019 vísir, at kynsbýtið er 102 kvinnur og 42 menn. Um vit hyggja eftir tølunum fyri árið 2017, vísa tey kynsbýtið at vera 107 kvinnur og 32 menn. Her er talan um tey, ið hava boðað frá ágangi. 

Tølini fyri farnu trý árini vísa, at talið av fráboðanum frá monnum er vaksandi: Árini 2017, 2018 og 2019 vísa ávikavist 23 prosent, 28 prosent og 29 prosent av áheitanum frá monnum, sum venda sær til KRIS. 

Orsøkin til at KRIS fær fleiri áheitanir frá monnum, kann koma av, at KRIS tey seinastu 2 - 3  árini í størri mun hevur havt sjóneykuna á monnum. T.d. hava verið framløgur og onnur átøk, har menn hava sagt frá teirra upplivingum, tá teir vóru smádreingir.

KRIS

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder