Innanlands

KRIS: Fleiri fráboðanir

Frá 1. januar til 30. juni í ár vístu hagtølini, at í alt 69 menniskju hava vent sær til KRIS fyrra hálvár í ár. Sama tíðarskeið í fjør var talið 44

Mynd: KRIS

Mynd: KRIS

2019-08-21 09:48 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Hagtølini hjá KRIS fyri fyrra hálvár 2018 og 2019 vísa, at tað vóru 25 fleiri áheitanir í 2019, samanborið við sama tíðarskeið 2018.

Kynsbýtið í 2018 var 33 kvinnur og 11 menn, meðan 2019 vísir, at kynsbýtið er 58 kvinnur og 26 menn. Um vit hyggja eftir tølunum fyri sama tíðarskeið fyri 2017, vísa tey kynsbýtið at vera 56 kvinnur og 18 menn.

Fyrra hálvár í árunum 2017, 2018 og 2019 vísa, at ávikavist 24%, 25% og 33% av áheitanum vóru frá monnum, sum venda sær til KRIS. Hesi tøl vísa, at tað nú eru fleiri menn, sum venda sær til KRIS.

Talvur fyri árini kunnu síggjast her

Orsøkin til, at KRIS fær fleiri áheitanir frá monnum kann koma av, at KRIS tey seinastu 2 - 3 árini í størri mun hevur havt sjóneykuna á monnum.
T.d. hava verið framløgur og onnur átøk, har menn hava sagt frá teirra upplivingum, tá teir vóru smádreingir.

KRIS hevur til endamáls at geva menniskjum við seinárinum av kynsligum ágangi vegleiðing og hjálp, og at upplýsa um kynsligan ágang í samfelagnum.

Kynsligur ágangur skal ongantíð góðtakast, og málið hjá okkum má vera, at í Føroyum skal eingin vera fyri kynsligum ágangi. Og fyri tey, sum hava verið fyri ágangi, eiga vit at gera alt, vit eru før fyri, til tess at bøta um árinini. Latið okkum sum land taka hetta álvarsmál upp. Latið okkum saman taka okkum betri av okkara børnum, ungu og vaksnu.

- KRIS


 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder