”I Only Want You” eitur nýtt lag, sum sangarinnan Kristel Lisberg gevur út í dag. Hetta er tað fyrsta vit hoyra til dugnaligu sangarinnuna, síðan hon gav út lagið ”Contagious”.
Nýggja lagið er innspælt í Litava. Íslendski framleiðarin Sveinn Rúnar Sigurðsson, sum er mest kendur innan Eurovision.
“I Only Want You” er eitt lag, sum Kristel hevur havt liggjandi í nøkur ár og hevur droymt um at fáa innspælt.
Hon greiðir frá, at honn fekk gjørt trígjar demo’ir av lagnum við ymsum framleiðarum, áðrenn hon fekk sangin til at ljóða, sum hon ynskti.
Kristel hevur sjálv skrivað orð og lag til sangin, sum er ein popp-love ballada við eitt sindur av “wedding-vibe” yvir sær. Sangurin er ljósari enn sangirnir, hon hevur spælt inn í seinastuni.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald