Uttanlands

Kristen Michal nýggjur forsætisráðharri í Estlandi

49 ára gamli veðurlagsmálaráðharrin, verður nýggjur forsætisráðharri, eftir Kaju Kallas, sum í farnu viku legði frá sær

(Mynd: Ritzau)

(Mynd: Ritzau)

2024-07-22 13:52 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Tað verður Kristen Michal, núverandi ráðharri í veðurlagsmálum, sum yvirtekur forsætisráðharraembætið í Estlandi eftir Kaju Kallas.

Tað samtykti tjóðartingið í Estlandi í dag sambært Reuters.

Tað var í farnu viku, at Kaja Kallas boðaði frá, at hon fór at leggja frá sær sum forsætisráðharri í sambandi við, at hon er blivin tilnevnd til uttanríkisstjóra í ES.

Dagin eftir, tilnevndi forsetin í Estlandi, Alar Karis 49 ára gamla Michal og heitti á hann um at skipa stjórn. Hann hevur gjørt semju við Sotsiaaldemokraatlik Erakond og miðflokkin Eesti 200 um at halda fram við samgonguni, sum varð skipað eftir valið í fjør.

Kristen Michal og Kaja Kallas eru bæði limir í liberala flokkinum Eesti Reformierakond.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder