Mentan

Kristfest er ein øðrvísi tónleikafestivalur

Kristni tónleikafestivalurin í Nesvík verður 13. apíl.

(Mynd: Jógvan B. Reynslág / Trúboðin)

(Mynd: Jógvan B. Reynslág / Trúboðin)

2024-03-13 21:27 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Kristni tónleikafestivalurin, Kristfest, sum verður í Nesvík 13. apríl, er serstakur á mangan hátt. Aftur í ár verður tað við luttøku av gávaðum kristnum tónlistafólki úr Føroyum og úr umheimi, sum fegin vilja deila út av sínum gávum, so áhoyrararnir fáa ríkar upplivingar at taka við sær heim.

Ein upplívandi tónleikafestivalur í rúsfríum umhvørvi, har alt bara svingar.

Kristfest byrjar 13. apríl klokkan 13 og endar klokkan tvey eftir midnátt.

Festivaløkið er býtt upp í tvær høvuðsdeildir, onnur í Høllini, har sjey konsertir fara fram á stórapalli og hin í “matarsalinum”, har møguleiki verður at ganga aftur og fram, ella trekkja seg aftur til hugnaligt prát í kafé-økinum, har eisini fleiri kafé-tónleikainnsløg verða. Harumframt verður tað eisini møguligt at keypa sær ábit frá navnframum kokki.

Karmarnir eru avbera góðir til at familjur, ung og tilkomin kunnu fáa eina góða uppliving. Smá sum stór børn, ið ikki orka at lurta ov leingi, kunnu stuttleika sær á spæliplássinum, sparkivøllinum ella aðrastaðni uttanfyri, ella við ymsum leikum og aktivitetum innanfyri, alt meðan húsið dansar í takt við tónar og rytmur inni frá høllini, siga fyrireikararnir.

Umframt festivalpass fyri dagin, so er eisini møguleiki fyri at gista, annaðhvørt í kampingvogni, í kømrum í leguhúsinum ella á avtalaðum hotelli.

Inngongdin verður í partinum millum gamla og nýggja bygningin.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder