Innanlands

Kristian Thulesen Dahl rýmir eisini úr Dansk Folkeparti

Fyrrverandi formaðurin var við til at stovna flokkin í 1995 – politiska framtíð hansara er enn óviss

(Savnsmynd: EPA)

(Savnsmynd: EPA)

2022-06-29 17:38 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Fyrrverandi formaðurin og ein av stovnarunum av Dansk Folkaparti, Kristian Thulesen Dahl, boðaði í dag frá, at hann hevur meldað seg úr flokkinum.

Tað boðaði hann sjálvur frá á Facebook.

Hann kallar avgerðina fyri "pínufulla" og upplýsir ikki, hvat hansara ætlanir eru fyri framtíðina.

Morten Messerschmidt, floksformaður, segði um vikuskiftið, at greiða átti at fáast á framtíðina hjá fyrrverandi formanninum.

Thulesen Dahl skrivar sjálvur, at hann hevur verið fyri “trýsti fyri at taka avgerð um framtíðina”.

Thulesen Dahl er tann 11. í røðini av fólkatingslimum, sum hetta seinasta hálvárið hevur meldað seg úr Dansk Folkeparti.

Eftir fleiri valósigrar lat Kristian Thulesen Dahl formanssessin til Morten Messerschmidt. Tey fólkini, sum nú eru farin úr flokkinum hava sagt, at vánaligt arbeiðslag er orsøkin.

Á fólkatingsvalinum í 2019 fór flokkurin niður í helvt til 16 fólkatingslimir. Eftir formansskiftið er bert fimm fólkatingslimir eftir í flokkinum.

Thulesen Dahl var floksformaður í níggju ár. Hann var við at stovna flokkin í 1995.

Fyrrverandi næstformaðurin, Søren Espersen, og tingbólkaformaðurin í nógv ár, Peter Skaarup, sum eisini vóru við til at stovna flokkin, hava boðað frá, at teir fara úr flokkinum.

Tað hendi eftir at Inger Støjberg í farnu viku stovnaði flokkin Danmarksdemokraterne, sum nú roynir at fáa rættin at stilla upp til komandi val. Hetta sær út til at eydnast, skrivar Ritzau.

Fleiri fyrrverandi limir í Dansk Folkaparti hava longu boðað frá, at tey ynskja at gerast partur av flokkinum hjá Støjberg.

Thulesen Dahl segði við Danmarks Radio í dag, at hann í løtuni ongar ætlanir hevur um at lima seg inn í annan flokk, men avvísir ikki, at tað kann henda eftir at hann hevur fingin ein góðan náttarsvøvn.

Undan fráboðanini í dag hevði hann longu boðað frá, at hann ikki fór at stilla uppaftur fyri Dansk Folkeparti. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder