Innanlands

Kristianna avloysir Ingilín

Javnaðartingkvinnan Ingilín Didriksen Strøm er sjúk, og tí tekur Kristianna Winther Poulsen sæti á tingi í dag – Tingfundur verður klokkan 13

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2021-12-20 11:25 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í morgun frættist, at eitt tingfólk hevði fingið staðfest koronu, eftir at eitt starvsfólk í umsitingini hjá løgtinginum hevði fingið staðfest smittuna fríggjadagin. Ógreitt var tí, um tingfundurin, sum er á skránni í dag, fór at vera sum ætlað.

Javnaðarflokkurin boðar nú frá, at Ingilín Didriksen Strøm er blivin sjúk, og boðar verður frá, at tingfundurin, sum er á skránni seinnapartin í dag, verður sum ætlað, og at Kristianna Winther Poulsen fer at avloysa Ingilín í dag.

Á tingfundinum, sum byrjar klokkan 13, er nógv umrødda málið um sammøður á skrá, og sigur flokkurin seg harmast um, at Ingilín, sum er ein av uppskotsetarunum, ikki sjálv fær luttikið í 3. viðgerð.

– Vit ynskja Ingilín góðan bata og harmast um, at hon sum uppskotssetari ikki fær verið við til 3. viðgerð av uppskotunum um sammøður. Samstundis er tað gott, at Kristianna kann møta á tingi og stuðla uppskotunum, skrivar flokkurin.

Lagt verður afturat, at allir aðrir tinglimir hjá Javnaðarflokkinum eru staðfest negativ, og tí hevur flokkurin boðað umsitingini í Løgtinginum frá, at flokkurin heldur, at tingfundur kann haldast í dag sum ætlað.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder