
Leygarkvøldið 22. mars klokkan 20.30 verður Jarðartímin, Earth Hour. Endamálið er at varpa ljós á veðurlagsbroytingar og umhvørvi, og aftur í ár luttekur Tórshavnar kommuna.
Í sambandi við Earth Hour verða øll almenn ljós í kommununi sløkt. Øll kunnu luttaka við at sløkkja ljósið heima hjá sær sjálvum og nýta henda tíman at gera okkurt, sum ger mun fyri okkum og okkara náttúru.
Kristianna Winther Poulsen, forkvinna í náttúru- og umhvørvisnevndini hjá Tórshavnar kommunu, setur Earth Hour 2025 í Hoydølum klokkan 20.30. Eisini verður ein gongutúrur, har Jensia Brodersen og Róa Midjord frá Náttúruterapi greiða frá, hvussu vit kunnu nýta náttúruna sum sálar- og heilsubót, skrivar Tórshavnar kommuna.
– Aftaná bjóða skótarnir bollar og kakao. Vit savnast kring bálstaðin og taka samanum. Ljósini tendrast aftur og farið verður hvør til sítt. Havið egnan kopp við! Tiltakið er ókeypis, men tað er neyðugt at melda seg til á visittorshavn.fo/fo/earthhour – avmarkað atgongd.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald