Innanlands

Kristin Michelsen avgjørdi málið við ikki at vera til staðar

Meiriluti var hvørki fyri andstøðu ella samgonguuppskotinum um barsilspening til samkynd foreldur

Kristin Michelsen (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Kristin Michelsen (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2021-02-09 21:27 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Sigast kann, at tað var umboðið hjá Sjálvstýri, sum, við ikki at vera til staðar í tinginum í dag, avgjørdi lagnuna hjá nógv umstrídda málinum um at geva samkyndum pørum javnbjóðis rætt til barsilspening.

Hetta hóast bæði andstøða, herundir sambandstingmaðurin Johan Dahl, og samgonga ynsktu at loysa málið, tó á hvønn sín hátt.

Drúgva orðaskiftið í dag snúði seg fyri tað mesta um broytingaruppskotið, sum fólkaflokstingmaðurin og løgfrøðingurin Christian Andreasen vegna samgonguna legði fyri løgtingið í evstu løtu í dag, nakð eftir, at tingviðgerðin ætlandi skuldi byrja.

Uppskotið snúði seg um at geva løgfrøðiliga støkum foreldrum møguleika til sjálvi at ráða yvir barsilspengunum, skilt á tann hátt, at tey kunnu avgera hvør annar skal fáa burtur av peninginum.

Uppskotið frá Christian Andreasen líkastillaði ikki samkynd hjún – hesi vóru als ikki nevnd – men var ein roynd at loysa ein praktiskan trupulleika fyri nøkur fá foreldur í heilt serligari støðu.

Fótonglar
Samgongutinglimir, herundir Bárður á Steig Nielsen, løgmaður, løgdu undir viðgerðini andstøðuna undir ikki at vilja loysa trupulleikan, um tey ikki kundu taka undir við uppskotinum frá samgonguni.

So var tað at fata sum um uppskotið bara var ein roynd at leggja samgonguni fótonglar í vegin, helt løgmaður.

Grundleggjandi broyting
Andstøðan hinvegin vísti á, at uppskotið hjá andstøðuni var ein so grundleggjandi broyting í barsilsskipanini, at hon ómøguliga kundi atkvøða fyri uppskotinum, tí ongin kendi avleiðingarnar av uppskotinum við tað at tað hvørki hevði fingið nevndarviðgerð ella hevði verið til hoyring hjá avvarðandi pørtum.

Í evstu løtu royndi forkvinnan í vinnunevndini, Bjørt Samuelsen úr Tjóðveldi, at heita á samgonguna um at atkvøða fyri teirra uppskotið við lyfti um at fara í sakligar samráðingar áðrenn triðju viðgerð fyri at finna fram til eina semju, sum tók hædd fyri báðum uppskotunum.

- So kunnu tit altíð fella uppskotið til triðju viðgerð, um vit ikki koma á mál, segði hon.

Stóð á jøvnum - og fall
Men hetta vann ikki frama. Uppskotið varð sent til atkvøðugreiðslu uttan at løgmaður loftaði hesum tilboðnum um at finna fram til eina semju.

32 tingfólk vóru í salinum, tá málið fór til atkvøðugreiðslu beint fyri klokkan 21 í kvøld.

33. tingmaður, einsamalla umboðið hjá Sjálvstýri, Kristin Michelsen, fór av fundi fyrr í dag – hann skuldi heim til Suðuroyar.

Fyrst varð atkvøtt um eitt broytingaruppskoti hjá andstøðu vinnunevndini. 16 atkvøður vóru fyri og 16 ímóti. Tá meiriluti ikki er fyri einum uppskotið, er tað fallið.

Síðan varð atkvøtt um broytingaruppskotið frá Christian Andreasen. Sama úrslit, og uppskotið fall.

Triðju ferð varð atkvøtt um upprunauppskotið hjá hjá Ingilín D. Strøm, Djóna Nolsøe Joensen og Jóhannis Joensen úr Javnaðarflokkinum, Bjørt Samuelsen, Beintu Løwe Jacobsen og Hervør Pálsdóttir úr Tjóðveldi og Bjarna K. Petersen og Ruth Vang úr Framsókn.

Eisini her vóru 16 atkvøður fyri og 16 ímóti, og sostatt er alt málið fallið, og ongi útlit til at hesi foreldur verða partur av barsilsskipanini í hesi syftu.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder