
Nývalda býráðið á Tvøroyri loyvir borgarstjóranum at halda fram við at røkja løgtingsstarvið við síðuna av borgarstjórastarvinum.
Sambært kommunustýrislógini, kann borgarstjóri ikki røkja annað borgarligt starv. Men undantak er fyri fólkavaldum starvi, um kommunustýrið loyvir hesum.
Tí skuldi nývalda býráðið á Tvøroyri í gjárkvøldið taka støðu til eina umsókn frá Kristin Michelsen um at halda fram sum løgtingslimur. Og hetta var samtykt. Javnaðarumboðini í býráðnum atkvøddu tó ímóti.
Kristin Michelsen er valdur í løgtingið sum einasta umboð fyri Sjálvstýri.
Til kommunuvalið í november stillaði hann upp á einum felagslista og gjørdist fyrstvaldur í býráðið, og varð eisini afturvaldur sum borgarstjóri. Felagslistin hevur einsamallur meiriluta í kommunustýrinum á Tvøroyri.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald