Leygardag seinnapart var eyka býráðsfundur, har nývalda býráðið í Tvøroyrar kommunu skipaði seg, og nú er greitt, at Kristin Michelsen og Anita Vibergsdóttir halda fram sum ávikavist brogarstjóri og varaborgarstjóri.
Á kommunuvalinum týsdagin gjørdist Kristin Michelsen toppskorari í Tvøroyrar kommunu við 265 persónligum atkvøðum. Anita Vibergsdóttir varð nummar fýra við 89 persónligum atkvøðum.
Á fundinum leygardagin varð samtykt við fýra atkvøðum fyri og trimum blonkum, at velja Kristin Michelsen til borgarstjóra, og samtykt bleiv við seks atkvøðum fyri og einari blankari at velja Anitu Vibergsdóttir til varaborgarstjóra. Nevndarval til komandi býráðssetuna verður avgreitt á øðrum býráðsfundi seinni í ár, skrivar Tvøroyrar kommuna.
Nývalda býráðið, sum tekur við 1. januar 2025: Kristin Michelsen, Anita Vibergsdóttir, Barbara Michalina Tausen, Alvi Mortensen, Bjarni Hammer, Eyð Eidesgaard, og Arnfinn Bech.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald