
Í gjár var almennur býráðsfundur á Tvøroyri, har nývalda býráðið í kommununi skuldi skipast.
Har gjørdist greitt, at Kristin Michelsen og Anita Vibergsdóttir halda fram sum ávikavíst borgarstjóri og varaborgarstjóri.
Anita Vibergsdóttir varð einmælt vald til varaborgarstjóra, meðan tveir býráðslimir atkvøddu ímóti at velja Kristin Michelsen til borgarstjóra. Sambært Kringvarpinum vóru tað Kristina Roest og Súsanna Bertholdsen úr Javnaðarflokkinum, sum atkvøddu ímóti.
Kristin Michelsen gjørdist annars toppskorari á kommunuvalinum á Tvøroyri. Hann fekk 285 atkvøður. Anita Vibergsdóttir varð vald sum nummar fýra við 85 atkvøðum. Sjey fólk vórðu vald inn í býráðið á Tvøroyri.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald